Vinnuvirksemi á bedingini í Vestmanna

Seinastu tíðina hava fólk varnast, at bedingin í Vestmanna er ruddað. Tann 4. juni 2024 skrivaðu Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, og Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður í P/f MEST, undir leigusáttmála um bedingina.   Í longri tíð hevur einki virksemi verið á bedingini. Nú vil Bygdarráðið hava lív í økið aftur og fer tí hervið at…

Skilagátt er opið sum vant

Dagføring 21. juni kl. 10:45: Fyri løtu síðan kunngjørdi kommunan at IRF hevði trupult at koma uppundan síðan verkfallið og heitti á Vestmanna kommunu, um at steingja Skilagátt. Tó hevur IRF fyri løtu síðan verði og tømt bingjurnar í Skilagátt og kunnu vit tískil hava opið sum vant.    Skilagátt hevur opið hesar tíðir: mánadag…

Starvsfólk til dagstovnaøkið

Kom við umborð og verð partur av einum feitum toymi á dagstovnaøkinum í Vestmanna.   Vestmanna kommuna søkir eftir trimum starvsfólkum til dagstovnaøkið at byrja 12. august 2024 ella skjótast gjørligt. Talan er um føst størv í Kongskjallarinum at arbeiða 20-25 tímar um vikuna. Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálpafólk setast í tíðaravmarkað starv.…

Dýping av bátahylinum

Í næstum verður bátahylurin dýpdur. Tilfarið verður grabbað upp í sandbát, sum síðani grabbar tilfarið úr aftur innanfyri Seglhúsið. Hetta verður gjørt við tí fyri eyga, at tilfarið eftirhondini kann leggjast aftur á fjøruna og út við pierinum á Fitjum.   Økið, sum er víst á myndini, verður avmerkt við sperrum og gulum og reyðum…

VEKS fær nú intraskipan!

Leiðslubólkurin í VEKS, fekk mánamorgunin innleiðandi kunning um innanhýsis samskiftis og kunningarskipanina, INTRA, sum verður sett í verk eftir summarfrítíðina, fyri allan starvsfólkabólkin. Intraskipanin er enn ein liður í at samansjóða ymisku starvsfólkaliðini í VEKS, og harvið skipa eina meira einsháttaða tænastu fyri alt tænastuøkið í VEKS. Skipanin er keypt frá Intra, og brøðurnir Jaspur…

Góð undirtøka fyri Rørslureikan

Rørslureikan er eitt átak hjá Mentanarnevndini og Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini, sum hevur til endamáls at stuðla undir heilsuna og trivnaðin hjá vestmenningum við tiltøkum og sosialari samveru. Nógv hevur verið á skránni hesar dagarnar, m.a. hondbóltfitness, eldrakafe, bindikvøld, dipping og hagatúrur. Tikið var væl undir við tiltøkunum, og aldurspennið hevur verið breitt. Rørslureikan var samstundis…