Válan í Vestmanna

Nú er at seta sær dagin av. Aftur í ár verður válað í Vestmanna, tá fýra ymisk støð leygarkvøldið 27. apríl 2024 leggja pall til fýra ymisk tónleikanøvn. Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Staðnum og í Silkienni. Eins og undanfarin ár verður nógvur góður og fjølbroyttur tónleikur á skrá. Hvør bólkur/einstaklingur spælir tvær…

VEKS hevur farnu vikurnar havt 120 starvsfólk á skeiði í fyrstuhjálp!

Tað er deildarleiðarin á Korndalsbýlinum, Tórgerð Jallgrímsdóttir, sum eisini er instruktørur í fyrstuhjálp, ið hevur staðið fyri skeiðnum.   Skeiðið er ein liður í at fáa fyrstuhjálp á eitt trygt og varandi støði í VEKS. Ætlanin er at skipa fyri regluligum og afturvendandi skeiðum. Málið er 3. hvørt ár.   Skeiðini eru liður í yvirskipaða…

Gongutúrur á tíma jarðarinnar 23. mars

Gongutúrur niðan á Krosstúgvu. Leygardagin 23. mars kl. 20:30 er tími jarðarinnar. Í hesum sambandi skipar Vestmanna kommuna fyri einum gongutúrið niðan á Krosstúgvu við Niels T. Pedersen sum ferðaleiðara. Byrjað verður við maskinhøllina kl. 20:00. Á Krosstúgvu verður steðgað á og eygleitt, meðan ljósini verða sløkt kl. 20:30. Síðan verður gingið til Harusetrið har…

Dennis Holm, landsstýrismaður á fundi

Í dag var Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum saman við embætisfólki, á fundi við Vestmanna bygdarráð. Til umrøðu var Vestmannatunnilin. Vestmanna bygdarráð vísti á, hví tað hevur skund at raðfesta tunnilin til Vestmanna. Tosað varð millum annað um skeivu gongdina í fólkasamansetingini, og avbjóðingarnar vinnulívið hevur við núverandi farleið. Eisini vísti bygdaráðið á,…

Skrá til bygdarráðsfundin 20.03.2024

Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 20. mars 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnum hurðum:   Mál 266 Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 106a J.nr.: 104002-3-2024   Mál 267 Ferðsluviðurskifti í bygdini J.nr.: 513002-1-2024   Mál 268 Leigusáttmáli við MEST J.nr.: 803003-1-2023   Mál 269 Umsókn um stuðul til Økistónar J.nr.:…

Her manglar ein tunnil

Røða borgarstjórans til stórfundin um Vestmannatunnilin, sum bólkurin “Ja til Vestmannatunnil” skipaði fyri 11. mars 2024. ___ Gott kvøld øll somul og stóra tøkk tit, sum halda lív í tunnilskjakinum og hava skipað fyri hesum tiltaki. Hetta eru mínar persónligu hugleiðingar um, hví vit, sum búgva hesumegin Høgareyn, nú standa fyri tørni at fáa ein…

Frítíðaravloysari til VEKS

Gott og meiningsfult arbeiði i frítíðini Sum frítiðaravloysari hjá VEKS fært tú løn útgoldna hvørja viku. Vitja  starv.veks.fo og rokna tína vikuløn út.   Vit leita eftir fritiðaravloysarum sum hjálparfólk, heilsurøktari ella heilsuhjálpari.   Tu fert at starvast á ellisheiminum á Grønanesi í Vestmanna, á Mørkini i Streymnesi, Korndalsbýlinum á Eiði ella í heimarøktini í…