veks bumerki

Starv sum ergoterapeutur til Heimatænastuna Veks

Starv sum ergoterapeutur til Heimatænatuna hjá VEKS Vit sóknast eftir einum ágrýtnum, jaligum og hugskotsríkum ergoterapeuti til Heimatænastuna í VEKS. Starvsbrøkur 1,0 og byrjunardagur eftir nærri avtalu. Tilvísing Starvið hevur tilvísing til eindarleiðararnar í økinum. Førleikakrøv ·         Útbúgving og góðkenning sum ergoterapeutur. ·         Góð samstarvs- og samskiftisevni. ·         Vilja og evni at virka í einum…

Tombola á Heiminum á Grønanesi

Hósdagin 13. mai  kl. 15, skipar Trivnaðarbólkurin á Heiminum á Grønanesi,  fyri  tombola, lutaseðlasølu og loppumarknaði. Tiltakið verður í Niðristovu, sum er í kjallaranum. Vinningar at vinna á lutaseðli, eru m.a.  Nátt á Hotel Føroyum, caféborð v/stólum, telt, gávubrøv og mangt annað. Eisini er møguleiki at keypa kaffi og køku. Øll eru hjartaliga vælkomin  …

Blómu-/geleprent á Vestmanna Bókasavni

Fýra verkstovur í mai og juni fyri 14 – 100 ára gomul. 18. mai kl. 15 – 17. Fýra pláss 25. mai kl 15 – 17. Fýra pláss 1. juni kl. 15 – 17. Fýra pláss 3.juni kl. 15 – 17. Fýra pláss Verkstovurnar er ætlaðar byrjarum. Á verkstovunum arbeiða vit við at prenta blómur…

Bøgarðar og hegn í seyðahøgum standi

Í seinasta lagi 14. mai skulu garðar og hegn í Vestmanna Kommunu verða í seyðahøgum standi. Hegn og bøgarðar skulu vera so mikið høgir, at seyður ikki leypur innum. Vanligt var at siga, at hæddin skuldi vera upp undir hondina á einum vaksnum manni. Seyðurin skal eftir hetta vera uttangarðs. Antin skal seyðurin út í…

KVONN – konsert á Bryggjuni 16. mai kl. 16.00

Í samband við Summatónar í ár fer bólkurin KVONN at hava konsert á Bryggjuni í Vestmanna sunnudagin 16. mai kl.16. Bólkurin Kvonn er mannaður við so matum tónleikarum sum: Angelika Nielsen (violin), Sharon Weiss (recorder), Ívar Bærentsen (mandolin, guitar), Kristian Blak (piano), Mikael Blak (bass). Les meira um bólkin her: https://www.kristianblak.com/kvonn Atgongumerki á 50 kr.…

Starvslýsing: Leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu

Søkt verður eftir leiðara til dagstovnaøkið í Vestmanna kommunu at byrja 16. august 2021 ella sambært avtalu. Leiðarin kemur at hava ábyrgdina av Gjáarlon, Látipípuni og Frítíðarstovuni, ið eru stovnar við børnum frá 1-ára aldri og til børn, ið ganga í 3. flokki. Stovnarnir eru grønir stovnar við góðum innan- og uttandura umstøðum, har vit…

Rørslureikan

Vestmanna kommuna hevur sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í mai. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður lagdur á bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá borgarum í Vestmanna, og tað er borgarin, sum sjálvur ger av, hvussu virkin og hvørji av tiltøkunum og heilsutilboðunum passar viðkomandi best.…

Closed for maintenance í Vestmanna

Seinasta vikuskiftið 23. og 24. apríl var Closed For Maintenance tiltakið í Vestmanna, har vit eftirhugdu varðagøtuna til Hvalvíkar og vegin til Saksunar. Við vóru 16 fólk, bæði úr Vestmanna og aðrastaðni í Føroyum. Dagurin byrjaði á Disvoy við morgunmati, har greitt bleiv frá dagsins gerningi. Síðan fingu vit matpakka og okkurt drekkandi við í…

1. mai hald í Vestmanna

Georg F. Hansen og Mary Antonsdóttir røða 1. mai í Vestmanna Leygardagin kl. 16 verður 1. Mai-hald á Reyða torginum í Vestmanna. Røðarar verða Georg F Hansen, formaður Føroya Arbeiðarafelags, og Mary Antonsdóttir, forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya.Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og Tjóðsangin. Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður Vestmanna Arbeiðarafelags. Ljóðtøkni skipar Pauli Magnussen á Staðnum.Eftir fundin…