Skrá til bygdarráðsfundin 29. september 2021

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 29. september 2021, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Mál 49 Dánjal í Skálum vegna Sp/f Vesttrol – umsókn um loyvi til íbúðarbygging. J. nr. 200002-8-2021 Mál 50 Frá Umhvørvisstovuni: Anja og Remi Thorleifsson – umsókn um marknaumskipan ímillum ognir teirra. J. nr. 104002-8-2021 Mál 51 Minnisvarðin og Kirkjugarðarnir – játtan…

Nógvur vindur

Nú boðað verður frá nógvum vindi til hósdagin, heita vit á allar borgarar og fyritøkur í kommununi um at beina burtur ella tryggja leysar lutir, byggitilfar o.a., so tað ikki elvir til skaðar.  

Vestmannadagar endaðu við eini stórfingnari gávu.

“Øldir brutu yvir fjarðasand, Fossá kveikti ljós í Føroya land, tín máltráður um fjøll, bar boð í hvørja høll, nýggjar tíðir yvir Vestmanna” (Kvøða til Vestmanna. Orð og lag: Martin Joensen) Í fagra veðrinum í gjár tann. 12. September var avdúkingin av Standmyndini av Ólavi á Heygum (1866-1923). Við Fossá í baksýni, hyggur Ólavur á…

Bussar í samband við Rokkur í Vestmanna

Náttarbussar millum Tórshavn og Vestmanna Leygardagin 11. september Tað er Náttbussurin Taxi Vestmanna, ið tekur sær av koyringini.   Til Tórshavn frá Reyða Torginum í Vestmanna kl. 23:30 kl 03:30 Ein túrur kostar 150 kr.   Bygdaleiðir á Rokkur í Vestmanna Sí ferðaætlan her

Ogn í Vestmanna til sølu til íbúðarbygging

                  Vestmanna Kommuna lýsir við hesum matr. nr. 258a, Niðari Vegur 33, Vestmanna, til sølu til íbúðar-bygging. Talan er um grundøki, 855 m2 til víddar sambært tingbókini, við ástandandi bygningi – ein eldri verkstaður, sum verður at taka niður í samband við íbúðarbyggingina. Tað er upp til…

veks bumerki

Fyribyrgjandi venjingar 2021/2022

Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar aftur og verða í vetur á hesum støðum: Eiði Hólmahúsið – mánadag og hósdag frá kl. 09:00 – 10:00 Byrjað verður mánadagin 6. sept. 2021. Oyrarbakki Fimleikarhøllin í Skúlanum við Streymin – mánadag og hósdag frá kl. 13:00 – 14:00 Byrjað verður mánadagin 6. sept. 2021. Kvívík Fimleikarhøllin í skúlanum –…