Læknaviðtalan – Áheitan um at brúka munnbind
Vit vilja hervið heita á sjúklingar, at hava munnbind á tá tey koma til læknaviðtaluna.
Vit vilja hervið heita á sjúklingar, at hava munnbind á tá tey koma til læknaviðtaluna.
Nú leygarkvøldið 11. desembur 2021 kl. 20 er at seta seg væl til rættis og snara á FM 101, har Pauli og Páll borðreiða við lokalari útvarpssending við góðum tónleiki og spurnarkapping, har títt húski kann vera við! Vinnarnir fáa gávukort frá Disvoy. Hoyrast á Staðið FM 101 og á Facebook Staðið FM.
Nú er møguligt hjá børnum millum 2-6 ár, at fáa koppseting móti influenzu. Koppsetingin er eitt nasapístr í hvønn nasaglugga, og skal endurtakast eftir 4 vikum. Koppsetingin er ókeypis. Vit vilja hervið eisini minna á, at enn er møguligt hjá eldri borgarum at fáa koppseting móti influenzu. Tíð kann fáast við at skriva á minlaekni.fo…
Reinsitænastan hjá IRF byrjar nú at tøma rottangar í Vestmanna. Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá monnum okkara, at rottangarnir eru klárir, tá teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð. IRF heitir tí á fólk um at tryggja: · at tangin er lættur…
Vit kanna aftur kl. 17:00 – 19:00 í Miðhøllini: týskvøldið 7. desember 2021. fríggjakvøldið 10. desember 2021. Bílegg kanning á korona.fo. Tíðir verða lagdar út fýra dagar frammanundan Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru. Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og…
Staðið og Frítíðarstovan lata upp aftur mánadagin 6. desember 2021 sum vanligt. Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Staðið: Pauli Magnussen, tlf. 770 160. Frítíðarstovan: Morten Hust Petersen, tlf. 770 130.
Vestmanna Bygdarráð samtykti á bygdarráðsfundi 29. november 2021 fíggjarætlanina fyri 2022. Skattaprosentið verður verandi 21,25 %. Barnafrádrátturin verður verandi á kr. 5.000, og gjaldið fyri barnaansing verður somuleiðis óbroytt (hvør familja rindar einans fyri 1 barn). Høvuðstøl í fíggjarætlanini: Samlaðu inntøkurnar hjá Vestmanna Kommunu eru í 2022 mettar at vera 66.498.000 kr., sum í…
Vit kanna aftur kl. 17:00 – 19:00 í Mihøllini: týskvøldið 30. november. fríggjakvøldið 3. desember. Bílegg kanning á korona.fo. 517 koronukanningar gjørdar í Vestmanna. Fríggjakvøldið 26. november vóru 248 fólk kannað í Vestmanna. Vegna serliga umstøður kom kanningarútgerðin ov seint frá Sjúkrahúsverkinum, og koronutoymið kundi ikki fara til verka til ásettu tíð. Hetta elvdi…
Nú leygarkvøldið 27. november 2021 kl. 20 er at seta seg væl til rættis og túna inn á FM 101, har Páll og Pauli borðreiða við lokalari útvarpssending við LIVE tónleiki og spurnarkapping, har títt húski kann vera við! Vinn eitt gávukort frá Disvoy à 1000 kr. Hoyrast á Staðið FM 101!
Nú verða koronukanningar gjørdar í Miðhøllini (Hallarvegur 16, 350 Vestmanna). Endiliga er avtala komin upp á pláss við Sjúkrahúsverkið um, at Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna kunnu kanna sínar borgarar fyri koronu í Vestmanna skúla. Kommunurnar fegnast um, at hetta nú kann lata seg gera og vóna, at borgarnir í bygdunum fara at nýta hetta…