Foreldraumboð vald í skúlastýrið

Val til skúlastýrið var 10. november 2020. Á valinum skuldu trý foreldraumboð veljast. Valdu foreldraumboðini eru hesi: Jona Seloy, 81 atkvøður Jóhan Óli Muller, 41 atkvøður Fríðun Vestergaard, 25 atkvøður. 250 fólk høvdu valrætt, og valluttøkan var 161, svarandi til 64,4%. Fýra stillaðu upp til skúlastýrisvalið og atkvøðurnar fullu soleiðis: Jona Seloy, 81 atkvøður Jóhan…

Pauli Trond Petersen heldur fram sum borgarstjóri

Nývalda bygdarráðið í Vestmanna Kommunu skipaði seg í gjárkvøldið. Pauli Trond Petersen verður borgarstjóri og Bjørg á Rógvi verður varaborgarstjóri. Pauli var fyrstu ferð valdur í bygdarráðið í 2005, og hevur hann sostatt sitið í Vestmanna Bygdarráðið í 16 ár; seinastu 8 árini sum borgarstjóri. Á kommunuvalinum 10. november 2020 var Pauli Trond Petersen toppskorari…

Hesi manna Vestmanna bygdarráð næstu fýra árini

Fýra sitandi kommunustýrislimir skulu, saman við trimum nývaldum limum, manna Vestmanna Bygdarráð næstu fýra árini. Tey valdu eru: Pauli Trond Petersen, afturvaldur við 248 atkvøðum, Bjørg á Rógvi, nývald við 140 atkvøðum, Sára Jógvansdóttir, nývald við 96 atkvøðum, Eyðun Hansen, afturvaldur við 68 atkvøðum, Laila Haldansen, afturvald við 59 atkvøðum, Anja Haldansen, nývald við 56…

Spurningar til valevnini

Í kvøld, tá ið valfundurin verður á Staðnum FM 101.0, verður høvi hjá lurtarunum at senda inn spurningar. Tit kunnu seta spurningar við at senda sms-boð á tlf. 770 109 ella senda Messenger-boð til Vestmanna Kommunu. Vestmanna-listin

Valfundur í nærvarpinum

Kommunuvalið nærkast og níggju valevnir bjóða seg fram at stjórna bygdini næstu fýra árini. Eftir at hava ráðført seg við landsins myndugleikar, eru valevnini komin ásamt um, at tað ikki er ráðiligt at hava vanliga valfundin við áskoðarum. Valfundur verður tó, men á ein øðrvísi hátt. Valfundurin í ár verður í Nærvarpinum, á Stađn6m FM…

Orkuskipanir

Vestmanna Kommuna er farin undir at umleggja orkuskipanirnar í bygningum hjá kommununi. Heilsumiðstøðin fekk jarðhitaskipan, tá hon varð bygd fyri nøkrum árum síðani, og í samband við uppíbygging í kommunuskrivstovuna, varð orkuskipanin broytt til jarðhitaskipan. Í heilsumiðstøðini var einki at samanlíkna við, men tá nú orkiskipanin í kommunuskrivstovuni fyrr í ár varð broytt frá oljufýrdari…

Turkihúsið

Mint verður á, at Í næstum verður farið undir at taka Turkihúsið niður – helst um hálvan november. Tey, sum eiga lutir í Turkihúsinum, verða biðin um at beina hesar burtur, áðrenn arbeiðið byrjar. Annars verða lutirnir beindir burtur saman við húsinum. Húsið stendur opið, so tað slepst inn eftir møguligum lutum.

Nýtt ungdóms- og mentanarfólk – Pauli kemur aftur

Durita Fagradal Augustinussen, sum hevur verið ungdóms- og mentanarleiðari hjá Vestmanna Kommunu seinasta árið, hevur nú valt at siga seg úr starvinum. Vestmanna Kommuna takkar Duritu fyri tíðina og góða samstarvið, vit hava havt við hana. Pauli Magnussen, sum hevur verið í farloyvi seinasta árið, kemur aftur í starv hjá Vestmanna Kommunu. Pauli kemur at…