Kommunulæknin í summarfrí

Læknaviðtalan í Vestmanna er í summarferiu frá 12. juli til og við 6. august. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp ella bílegging av heilivági hetta tíðarskeiðið, kann ringjast til kommunulæknan í Kollafirði á tlf 302420. Heimasíðan minlaekni.fo hjá viðtaluni í Vestmanna er ikki virkin hetta tíðarskeiðið.

Ruddingardagur leygardagin 3. juli 2021

Vestmanna Kommuna bjóðar øllum vestmenningum at koma og rudda bygdina leygardagin 3. juni 2021. Møtt verður á Torginum kl 9.30 til morgunmat. Har verða fólk býtt upp í bólkar. Kl. 10 verður farið at rudda, og ruddað verður til umleið kl. 12 Kl. 12 bjóðar Kommunan frukt og drekkamunn á Torginum Vestmanna Kommuna vónar, at…

Rørsluvikur aftur á skránni

So seta vit røslu aftur á breddan í Vestmanna.   TÝSDAGUR 22. JUNI 19.00 Heilsufótbóltur á skúlaplenuni MIKUDAGUR 23. JUNI 13.00-17.00 Ítróttahøllin er opin til frítt spæl. Minnið børnini á at fara væl um og at rudda upp eftir sær 17.00 Eldraguðstænasta við Mariu Summers Nolsøe 18.00-21.00 Badminton og borðtennis í ítróttahøllini. Ketjarar og batt…

Nýtt integrasjónstilboð á Útlendingastovuni

(For English, please read below) At flyta til eitt nýtt land kann vera spennandi og læruríkt, men eisini til tíðir avbjóðandi. Tað er heldur ikki altíð lætt at vita, hvønn ein skal venda sær til fyri at fáa ráð og vegleiðing. Á heimasíðuni Integratión (integration.fo/newcomers) finnur tú meira kunning um ymisk evni, sum kunnu vera…

Dagstovnaøkið stongt vegna verkfall

Frá mánadegnum 14. juni eru Gjáarlon, Látipípan og Frítíðarstovan stongd, orsakað av at Føroya Pedagogfelag hevur lýst verkfall fyri allar limir, ið starvast á dagstovnaøkinum. Mánadagin 14. juni millum kl. 15 og 17 verður latið upp í bygningunum, so foreldur kunnu heinta klæðir v.m., sum tey ikki fingu viđ heim fríggjadagin.

Skrá til bygdarráðsfundin 16.06.2021

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 16. juni 2021, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Mál 31 Tilmæli frá Teknisku nevnd um innkomin mótmæli ímóti broyting av byggisamtyktini. J.nr. 102002-3-2021 Mál 32 Umsókn frá Paula T. Petersen og Barbaru Brattaberg um sundurbýti av matr. nr. 77 J.nr. 104002-4-2021 Mál 33 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um avtalu millum Vestmanna…

Morten verður nýggjur leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna

Vestmanna Bygdarráð hevur sett Morten Hust Petersen í starvið sum leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna. Morten Hust Petersen er 46-ára gamal og útbúgvin námsfrøðingur við ítrótti sum sergrein frá Námsfrøðiskúlanum í Esbjerg. Harafturat tekur hann diplomleiðaraútbúgvingina. Morten hevur drúgvar royndir sum námsfrøðingur, bæði við børnum við serligum tørvi, vøggustovu og barnagarðsbørnum umframt børnum í frítíðarskúla.…